Verkætlanarstuðul

Vit umhugsa at søkja

Tá ið tú hevur lisið fyrra partin um “Vegleiðing til verkætnarstuðul”, veitst tú, at NORA stuðlar ógviliga ymiskum verkætlanum. Felags fyri ætlanirnar er tó, at tær skulu vera í samsvari við aðalmálið hjá felagsskapinum: at skapa eitt sterkt og máttmikið norðuratlantiskt øki, ið er eyðkent av einum sterkum og burðardyggum búskapi. Øll – fyritøkur, almennir stovnar, vinnufeløg, privat o.o. – kunnu søkja.

Evni

Verkætlanarumsóknir skulu vera tilætlaðar og raðfestar í høvuðsøkjunum hjá NORA:

  • Skapandi vinna
  • Grøn orka
  • Lívfeingisbúskapur
  • Burðardygg ferðavinna
  • Kunningar- og samskiftistøkni
  • Vælferðartænastur
  • Trygd/tilbúgving á sjónum

Les meira um framíhjárættindini í Verkætlanarskránni 2017-2020.

Til ber at søkja um stuðul til ítøkiligar verkætlanir, men eisini til fyribilsætlanir til at bøta um grundarlagið og hugskotið til verkætlanina ella at fáa fleiri felagar.

Harumframt verða ítøkilig evni í Virkisskránni 2019 hjá NORA nevnd, ið kunnu hava týdning fyri møguligar umsøkjarar. Árliga Virkisskráin byggir á Verkætlanarskránna, har dentur verður lagdur á serstakar raðfestingar í hesum árinum.

Verkætlanirnar eiga eisini  at hava Heimsmálini hjá ST í huga, tá ið verkætlanin skal fremjast.

Fyri at fáa meira íblástur kanst tú klikkja her, so sært tú nøkur dømi um NORA-verkætlanir, sum eru í gongd í løtuni.

NORA veitir vanliga ikki stuðul til verkætlanir, ið eru at meta sum granskingar- ella menningarætlanir.

Felagar og luttakaralond

Felagar í NORA verkætlanum kunnu vera virki, almennir stovnar, privat o.o., har meginreglan er, at bústaðurin skal vera í NORA-økinum.

Ein treyt fyri at fáa stuðul úr verkætlanarpeninginum er, at samstarvsverkætlanirnar hava felagar úr minst tveimum av teimum fýra NORA-londunum: Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Stranda-Noreg. NORA veitir fegin hjálp við at leita eftir felagum.

Samband og kunning við Høvuðsavgreiðslustovuna hjá NORA og økisparta avgreiðslustovurnar finst her.

Verkætlanir kunnu eisini hava fyrimun við at fevna um felagar úr vestaru grannalondunum hjá Norðurlondum, fyrst og fremst Kanada og Skotland. Felagar úr hesum londum kunnu tó ikki fáa beinleiðis stuðul úr NORA, men kunnu sum felagar vera við til at styrkja sjálva verkætlanina. Høvuðsavgreiðslustovan er harafturímóti fús at hjálpa við at fáa í lag sambond við kanadiskar og/ella skotskar verkætlanarstuðulsfelagsskapir við einari møguligari samfígging av samstarvsverkætlanum tvørtur um norðuratlantiska økið. Um ein norðurlendskur vinnurekandi ella stovnur, ið liggur uttan fyri NORA-økið, men kortini hevur týdning og/ella serkunnleika, ið verður mett at hava týdning í samansetingini av felagsskapinum, verður hesin at rokna sum felagi.

Verkætlanarstuðulin

Hámarkið av stuðlinum úr NORA er:

  • 50 prosent av allari fíggjarætlanini
  • 500.000 kr. um árið fyri í mesta lagi trý ár, so statt í mesta lagi 1.5000.000 kr. Ein fyritreyt er, at verkætlanin ikki skyldar NORA nakað frá fyrr

Hóast NORA kann stuðla verkætlanum í upp til trý ár, er neyðugt at søkja til eitt ár ísenn.

Umsóknarfreistir

NORA hevur tvey umfør um árið, tá ið søkjast kann. Tað fyrsta verður lýst miðjan januar við freist fyrst í mars. Annað umfarið verður lýst miðjan august við freist fyrst í oktober. Tær nágreiniligu umsóknarfreistirnar verða altíð lýstar her á heimasíðuni umframt m.a. í miðlunum og í netverkinum hjá NORA. Umsóknarblað kann takast niður her.