Verkætlanarstuðul

Vit eru í holt við verkætlanina

Beinanvegin umsitingaravtala er stovnað, og tann fyrsta frágreiðingin viðvíkjandi fíggjarstøðuni er send inn, kann verkætlanin byrja. Verkætlanarleiðarin, ið hevur ábyrgdina av, at verkætlanin gongur sum hon skal í samsvari við góðkendu verkætlanarskránna, skal millum annað tryggja:

  • at høvuðsendamálini verða uppfylt
  • at væntaðu úrslitini og avleiðingarnar kunnu røkkast
  • at gjørd tíðarætlan verður hildin
  • at allir verkætlanarfelagarnir verða tiknir við í útinningini
  • at fíggjarstøðan í verkætlanini lýkur øll roknskaparlig krøv

Verkætlanarleiðarin hevur harumframt ábyrgdina av, at NORA so hvørt verður kunnað um framfýsni og trupulleikar, ið kunnu taka seg upp við at fremja verkætlanina.

Royndir vísa, at meðan ein verkætlan er í gongd, er ofta neyðugt at laga upprunaligu
verkætlanarskránna til. Slíkt dugir NORA at skilja. Í hesum førum er kortini avgerandi
neyðugt, at allar broytingar, ið hava týdning, verða lagdar fyri høvuðsavgreiðslustovuna hjá
NORA til góðkenningar. Her kann t.d. vera talan um at leingja verkætlanartíðarskeiðið, at
skifta verkætlanarluttakarar út ella laga partar av verkætlanarfrágreiðingini til.
Frágreiðing viðvíkjandi fíggjarstøðuni og umbøn eru tvey oyðubløð, ið skulu nýtast í
sambandi við útinningina av verkætlanini.

Frágreiðingin viðvíkjandi fíggjarstøðuni

Hetta oyðublað er eitt týðandi amboð í ávegisfrágreiðingini um, hvussu gongst við verkætlanini. Frágreiðingin viðvíkjandi fíggjarstøðuni, ið fyrstu ferð verður útfylt í sambandi við at stovna umsitingaravtalu (sí undir “Vit hava fingið játtan um fígging”) skal dagførast so hvørt, so NORA verður kunnað um framfýsnið í verkætlanini. Saman við frágreiðingini viðvíkjandi fíggjarstøðuni veða løgd fylgiskjøl, ið neyvari kunna um virkisfýsnið í verkætlanini. Ein dagførd frágreiðing viðvíkjandi fíggjarstøðuni verður altíð send inn saman við umbønini, tá ið verkætlanin biður um at fáa pening útgoldnan. Harumframt kann NORA biðja um at fáa eina dagførda frágreiðing viðvíkjandi fíggjarstøðuni, nær tað skal vera í verkætlanartíðarskeiðinum.

Umbøn

Tá ið umsitingaravtalan er stovnað, og tann fyrsta frágreiðingin viðvíkjandi fíggjarstøðuni er send inn, kann verkætlanarleiðarin senda fyrstu umbønina um at fáa pening útgoldnan. Hvussu nógv fyrsta gjaldið skal vera, skal endurspegla virkisfýsnið í verkætlanarfrágreiðingini, men tað er ofta uml. helvtin av játtanini. Fyrisitingarligar grundir gera, at NORA helst ikki vil hava fleiri enn tvær umbønir um árið. Tá ið verkætlanin er liðug, heldur NORA ofta uml. 20-30 prosent av játtanini aftur, til góðkendur roknskapur og endalig frágreiðing eru send inn. Tá ið umbøn verður send, skal altíð ein dagførd frágreiðing viðvíkjandi fíggjarstøðuni fylgja við.