UM Nora

VIRKISÆTLAN FYRI NORA 2026

Norrønt Atlantssamstarv (NORA) gevur sítt íkast til eina grøna, kappingarføra og sosialt burðardygga menning í Norðuratlantshavi við at stimbra og seta í verk samstarv millum viðkomandi partar í NORA-økinum. NORA stuðlar ítøkiligu virkisætlanini í økisgeiranum fyri Visjón 2030. Virkisskráin hjá NORA fyri árini 2025-2028 staðfestir, at NORA er ein felagsskapur, sum stuðlar verkætlanum, setir mál á skrá og skapar sambond, og virkisskráin lýsir raðfestingarnar í samstarvinum.

1. Tvey umsóknarumfør

Verkætlanarstuðulin er eitt týdningarmikið amboð hjá NORA í at røkka málunum í virkisskránni og í virkisætlanini hjá økisgeiranum fyri Visjón 2030. Verkætlanirnar, sum fáa stuðul, eru ein týðandi partur av sambandinum hjá NORA við tey virkandi. Umsóknarfreistir verða ávikavist fyrst í mars 2026 og fyrst í oktober 2026. NORA fer - í góðari tíð fyri ásettu freistirnar - at hava netsetur fyri møguligar umsøkjarar, eitt á norðurlendskum og eitt á enskum.

2. Leiðsluverkætlan Grønland

Grønland tekur við formansskapinum fyri NORA í 2026. Sum partur av virkisætlanini hjá NORA savnar verkætlanin seg um førleikamenning, netverkan og at styrkja fyriskipanina.

3. Samstarvsavtala við Barents-skrivstovuna

Ein part av arbeiðinum við at skapa samgongur fer NORA at røkja við at styrkja samstarvið við onnur, sum virka í økinum. Í fyrstu atløgu verður arbeitt við at styrkja samstarvið við Barents-skrivstovuna, sum hevur nógvar av somu uppgávum og megináhugamálum sum NORA. Hildið verður, at synergi eigur at kunna vera millum Barents-skrivstovuna og NORA.

4. Generation Nordic

Ungdómsluttøka og -verkseting eru eitt kjarnuøki í øllum virkseminum hjá NORA. Í 2026 halda vit fram arbeiðinum at skipa fyri einum Generation North Atlantic II, sum nú kallast Generation Nordic, saman við samstarvsfelagum í økinum.

5. Silver Economy Award 2026

NORA hevur eldratilfeingið í miðdepli í virkisskránni fyri 2025-2028, og millum annað seta vit sjóneykuna á evnið við at leggja dent á tey góðu dømini. Vit byrja í 2026, har vit fara at biðja fólk tilnevna átøk, sum lýsa eldratilfeingið væl sum amboð í menningini í einum øki. Átakið endar við eini virðislønarhandan í sambandi við einum hóskandi tiltaki (t.d. Arctic Frontiers ella Arctic Circle).

6. Samstarvið við grannar fyri vestan

Samstarv við grannar fyri vestan er tvørgangandi í øllum virksemi hjá NORA, og vit kanna altíð, um tað er viðkomandi og gjørligt at bjóða grannum fyri vestan at vera við í okkara tiltøkum. Vit vænta at gera eitt kunningarátak, sum leggur dent á Hetland, sum hevur víst áhuga í at hava samstarv við NORA.