Verkætlanarstuðul
Vegleiðing til verkætlanarstuðul
NORA játtar stuðul til samstarvsverkætlanir, har sum í minsta lagi tvey av teimum fýra NORA-londunum (Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg) eru við. Felags fyri verkætlanirnar er, at tær skulu vera í samsvari við aðalmálið hjá felagsskapinum: at skapa eitt sterkt og máttmikið norðuratlantsøki, ið er eyðkent av sterkum og burðardyggum búskapum. Tær skulu eisini vera í samsvari við virkisskránna, sum er galdandi eina og hvørja tíð. Øll – fyritøkur, almennir stovnar, privat o.o. – kunnu søkja.
NORA kann veita stuðul bæði til verkætlanir, ið taka eitt ár, og verkætlanir, ið taka upp til trý ár við í mesta lagi 500.000 kr. um árið, so at hámarkið er 1,5 mió. kr. fyri alt tíðarskeiðið. Umsóknir til verkætlanir skulu vera tilætlaðar og raðfestar innan fyri høvuðsøkini hjá NORA, ið eru lýst í virkisskránni 2021-2024. Í partinum “Vit umhugsa at søkja” ber til at lesa meira um hesi øki, ið eisini verða lýst gjøllari í sjálvari virkisskránni.
Harumframt leggur NORA eisini dent á at menna samstarvið við grannarnar hjá Norðurlondum fyri vestan. NORA vil tí fegin hava verkætlanir, ið eisini fevna um samstarvsfelagar serliga úr Kanada og Skotlandi.
NORA veitir vanliga IKKI stuðul til verkætlanir, ið eru at meta sum ”reinar” granskingar- ella mentanarverkætlanir. Til slíkt finnast aðrir stuðulsmøguleikar sum ”Nordforsk” og Norðurlendski mentanargrunnurin.
Henda vegleiðing til verkætlanarumsókn veitir góð ráð og leiðbeining, tá ið søkt verður, og um týðandi spurningar í hesum sambandi.
Tað er umráðandi, at tú lesur hetta væl og virðiliga, áðrenn tú sendir umsóknina.
Í “Vit umhugsa at søkja” og “Vit skriva eina umsókn” verða nakrir av spurningunum svaraðir, ið kunnu taka seg upp, um tú umhugsar at søkja, ella tú skrivar eina veruliga umsókn.
Í “Vit hava fingið fíggjarliga játtan” og “Vit eru í ferð við verkætlanina” ber til at lesa meira um treytir viðvíkjandi frágreiðing og stuðulsútgjaldi, um verkætlanin fær stuðul.
Í “Vit eru næstan liðug við verkætlanina” ber til at lesa um krøvini til frágreiðingina og roknskap í sambandi við, at verkætlanin verður liðug.
Komandi umsóknarfreist er 7/10-24. (8/10-24, kl. 03:00 UTC).