Privatlívspolitikkur

1.  Innleiðsla

Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

2.  Dátuábyrgdari

Nora 
Bryggjubakki 12
110 Tórshavn
Telefon: 30 69 90
Teldupost: nora@nora.fo  

3.  Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Tá ið tú meldar teg til tíðindabræv á okkara heimasíðu, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at senda tær tíðindabrøv.

Vit innsavna eisini upplýsingar um teg, tá ið tú nýtir okkara frymlar. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at geva tær møguleika at melda teg til tiltøk, sum vit skipa fyri, ella søkja um stuðul til verkætlanir.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. (Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum).

Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

Vanligar persónupplýsingar:

  • Navn
  • Eftirnavn
  • Starv
  • Telefonnummar
  • Teldupost
  • Bústað
  • Gjaldsupplýsingar

Viðkvæmar persónupplýsingar:

  • Ovurviðkvæmi

4.  Víðarigeving av upplýsingum

Vit víðarigeva tínar upplýsingar til okkara dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerðin, sum okkara dátuviðgerðar gera av tínum upplýsingum, verður gjørd eftir einari dátuviðgerðaravtalu, sum vit hava gjørt við dátuviðgerarnar.

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?

Tá ið tú á okkara heimasíðu teknar teg til tíðindabræv ella til eitt tiltak, verða tínar upplýsingar sendar gjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy 

Til okkara talgilda umsóknarblað um verkætlanarstuðul nýta vit ein eksternan veitara, Umsókn. Upplýsingar verða goymdir á tryggan hátt í einum EU landi. Tú sært privatlívspolitikkin hjá veitaranum her https://umsokn.com/dk/page/privacy-policy    

5.  Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Tá ið tú meldar teg til tíðindabræv, verður tín teldupostur goymdur, til tú biður um at fáa hann strikaðan.

Aðrir upplýsingar verða goymdir í elektroniska skjalhaldinum hjá NORA. Liðug mál verða flutt til varðveitslu hjá Tjóðskjalasavninum, tá journaltíðarskeiðið endar.

6.  Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í sambandi við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til nora@nora.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi, umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teir persónupplýsingar, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamd/ur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rætturin til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar.

Rætturin til striking

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtalur og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær verða nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast, og at atgongdin til at lesa tær verður skerd.

Rætturin til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykkið aftur

Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á nora@nora.fo  

Um tú ert ónøgd/ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo  

 

Hesin politikkur er seinast dagførdur 14. januar 2023.