Nora

NPA í Føroyum

Northern Periphery and Arctic Programme (NPA) er ein millumøkjaætlan hjá ES, sum leggur seg eftir serligum avbjóðingum, – til dømis økjum við fáum íbúgvum og harðførum veðurlagi – sum eyðkenna londini í Arktis og Norðuratlandshavi.

Ætlanin fevnir um Føroyar, Ísland, Grønland og partar av Noregi, Svøríki, Finnlandi, Írlandi, Norðurírlandi og Skotlandi.

Høvuðssætið hjá NORA í Tórshavn er ’Regional Contact Point’ í Føroyum.
Hini limalondini í NORA luttaka eisini í NPA og hava egin ’Regional Contact Points’.

Les meira á www.interreg-npa.eu.

SAMBAND

JÁKUP SØRENSEN

Serligur ráðgevi

jakup@nora.fo
Fartlf.: +298 212959