UM Nora

Stutt um NORA

Norrønt Atlantssamstarv (NORA) er eitt millumtjóðasamstarv, ið er partur av økispolitiska samstarvinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg. Stovnurin er sprottin úr útnorðursamstarvinum frá 1981 og fekk sær heitið NORA, tá ið stranda-Noreg gjørdist limur í 1996. Grundarlagið hjá NORA byggir á landafrøðiliga grannalagið, felags sermerki og avbjóðingar og søgulig, fyrisitingarlig og mentanarlig bond.

Eitt av høvuðsendamálunum hjá NORA er at styrkja støðu Norðurlandanna í altjóða høpi gjøgnum dygdargott samstarv í økinum við denti á sterkari og burðardyggari búskaparligari menning. Fyri at røkka hesum endamáli arbeiðir NORA eitt nú við at økja um samstarvið millum vinnu-, granskingar- og menningarfyritøkur tvørtur um landamørkini.

Í nevndini eru tólv limir, tríggir úr hvørjum landi. Nevndin hevur ábyrgd av at leggja yvirskipaðu ætlanina fyri virkisskránna hjá NORA, sum vanliga fevnir um eitt fýra-áraskeið. Nevndin hjá NORA hevur eisini ábyrgd av at leggja virkisætlanina, sum lýsir ítøkiligu tiltøkini, sum NORA skipar fyri hvørt ár.

NORA verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum við ískoyti frá teimum einstøku limalondunum. Stovnurin hevur høvuðssæti í Tórshavn, og afturat hesum eru fýra skrivstovur við einum starvsfólki hvør í ávikavist Grønlandi, Íslandi, Vesturnoregi og Norðurnoregi.

NORA arbeiðir á hesum trimum økjunum:

NORA, ið mennir verkætlanir, skal veita eitt munagott samstarvsgrundarlag í økinum og harvið møguleikar at savna neyðuga undirtøku fyri eftirspurdum verkætlanum.

NORA, ið setir dagsskránna, skal ávirka dagsskránna í økinum við víðfevndum tiltøkum og úrslitum frá verkætlanum.

NORA, ið skipar samgongur, skal tryggja eins og menna tey netverk, ið longu eru millum einstaklingar og stovnar, sum virka í økinum, og soleiðis skapa so dygdargóð úrslit sum gjørligt gjøgnum samstarv og felags íkast.

Verkætlanarstuðul

NORA veitir fíggjarligan stuðul til ítøkiligar samstarvsverkætlanir, um samstarvsfelagarnir eru úr minst tveimum NORA-londum. NORA tekur ikki lut í samstarvinum sum stovnur, men stuðlar fíggjarliga við teirri treyt, at verkætlanin er mett at geva íkast til tey endamál, ið eru lýst í virkisskránni hjá NORA. Í høvuðsheitum verður dentur lagdur á at stimbra samstarvið millum fyritøkur og aðrar aktørar í teimum fýra londunum í NORA-økinum.

Til ber at søkja um stuðul tvær ferðir árliga. Les meira um verkætlanarstuðulin hjá NORA undir valmyndini Verkætlanarstuðul.

Víðfevnd tiltøk

NORA tekur stig til og tekur lut í víðfevndum tiltøkum, sum styrkja samstarvið millum tey fýra londini í NORA-økinum, Føroyar, Grønland, Ísland og stranda-Noreg. Til dømis skipar NORA fyri ráðstevnum og útgreiningum av ymsum málum, sum eru viðkomandi fyri økið. NORA var eitt nú við í greiningini hjá OECD av økinum, sum kortlegði avbjóðingar og møguleikar í NORA-økinum.

NORA virkar eisini tíðum sum umsitingarstovnur og/ella skrivstova fyri viðkomandi tiltøk, sum til dømis verkætlanini hjá Norðurlendska formansskapinum “Vøkstur í Bláum Lívfeingisbúskapi” (2015-2017).

NORA varpar viðkomandi upplýsingar út til norðurlendska almenningin. Sjálvgjørdar tíðindagreinar verða lagdar út á heimasíðuna hjá NORA. Harafturat leggja vit eisini við jøvnum millumbilum tilmæli um tíðindi og tiltøk í økinum út á www.facebook.com/noraregion og Twitter.