UM Nora

Info Norden í Føroyum

Info Norden er kunningartænastan hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Endamálið við tænastuni er at gera tað lættari at ferðast millum Norðurlond. Hon veitir einstaklingum leiðbeiningar, og hjálpir teimum at taka rættar avgerðir í sambandi við tildømis at flyta, arbeiða og lesa í øðrum Norðurlandi.

Tænastan Info Norden hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Álandi.

Info Norden-virksemið í Føroyum hevur skrivstovu á høvuðssætinum hjá NORA í Tórshavn. Felags heimasíðan hjá Info Norden eitur https://www.norden.org/da/info-norden.

SAMBAND

Kate Hammer

Verkætlanarleiðari

kate at nora.fo
Fartlf.: 298 214811