Verkætlanarstuðul

Vit skriva eina umsókn

Denne siden er under revidering, da det kommer et nytt, digitalt søknadsskjema i februar 2021. Vennligst bruk denne informasjonen til veiledning, og beskrivelsen vil snarlig reflektere det nye søknadsskjemaet.

Oppdatert versjon ligger på den norsk/danske siden.

Tá ið søkt verður um verkætlanarstuðul, skal tað kravda umsóknarblaðið nýtast, blaðið finst her. Sum fylgiskjal til umsóknarblaðið verður samstundis sent eitt óheft skjal við einari neyvari útgreining um verkætlanina. Øll umsóknarbløð skulu útfyllast á donskum, norskum ella enskum.

Umsóknarblaðið er tann týdningarmesti møguleikin hjá umsøkjaranum at seta orð á endamálið við verkætlanini, útinning, hvat úrslitið kann væntast at verða o.a. Umsóknin skal kunna lesast sum ein óheft lýsing av innihaldinum í verkætlanini, og hvør boðskapurin er. Ein nágreiniliga samansett og leiðbeinandi umsókn fær góða framhaldandi viðgerð. Dygdin í heildarmyndini hjá umsøkjaranum verður tryggjað, um ein greið frágreiðing er av 1) Hvør er trupulleikin? 2) Hvussu kann hann loysast? Og 3) Hvussu nógv kostar tað? Hesi evni mugu greinast og greiðast nágreiniliga.

Umsóknarblað

Verkætlanarfrágreiðing

Stutt vegleiðing at útfylla teigarnar. Tað er umráðandi, at teigarnir verða útfyltir stutt og greitt við atliti til tær tilskilaðu avmarkingarnar. Punktini 1-10 skulu í høvuðsheitum vera stutt kunning og lýsing av verkætlanini:

  • 1-2) Endamálið við verkætlanini: Stutt frágreiðing (í mesta lagi 80 orð) um endamálið við verkætlanini, avbjóðingar og ætlanir við virkseminum. Hesin parturin tænir tí endamáli at lýsa og greiða frá, hvussu hugskotið til verkætlanina kom í lag. Í hesum partinum verður ikki víst til hjáløgdu verkætlanarfrágreiðingina, av tí at hon skal kunna lesast óheft. Umráðandi er, at teksturin verður orðaður soleiðis, at einum ikki nýtist at hava serkunnleika fyri at kunna lesa hann.
  • 3) Væntað úrslit og avleiðingar: Tilskila væntað ítøkilig úrslit og avleiðingar av verkætlanarvirkseminum. Tú kanst skriva stutt í punktum. Parturin skal eisini í stuttum greiða frá, hvussu úrslitini kunnu fáa eina jaliga avleiðing av trupulleikunum, t.d. í sambandi við nýggjar vinnumøguleikar. Parturin skal soleiðis greiða frá, hvat úrslitini av verkætlanini skulu nýtast til, og hvussu tað er grundfest í framíhjárættindunum hjá NORA.
  • 4) Málbólkur: Hvar og á hvørjum økjum eru líkindi fyri, at verkætlanin kemur við íkasti. Hvør ella hvat fer at hava nyttu av úrslitunum av verkætlanini.
  • 5) Virksemi og freistir: Tilskila týðandi virksemi í gongdini av verkætlanini umframt týðandi varðar á leiðini.
  • 6) Miðling: Hvussu fara úrslitini, avleiðingarnar og royndirnar av verkætlanini at lýsast og spjaðast.
  • 7) Møguligir vandar og óvissur: Tilskila í stuttum møguligar vandar og óvissur, ið kunnu vera í sambandi við verkætlanina.
  • 8) Høvuðsfelagi: Høvuðsfelagin hevur løgfrøðiligu ábyrgdina av verkætlanini. Høvuðsfelagin hevur so statt eisini ábyrgd av, at verkætlanin verður gjørd, sum avtalað í verkætlanaravtaluni. Høvuðsfelagin velur ein verkætlanarleiðara. Legg til merkis, at alt samskifti við NORA skal vera gjøgnum verkætlanarleiðaran.
  • 9) Aðrir felagar: Aðrir felagar í verkætlanini skulu tilskilast her. Minst til, at verkætlanin í minsta lagi skal hava tveir felagar úr tveimum londum úr NORA-økinum.

Fíggjarstøða

  • 10) Fíggjarætlanaryvirlit: Her verður ein samandráttur gjørdur av høvuðstølunum úr talvunum 16-17, ið verða útfylt í fylgiskjølum. Gev gætur, at kontant fígging fyrst og fremst ikki fevnir um egið arbeiði, ið harafturímóti verður tilskilað sjálvstøðugt í øðrum lagi. Upphæddin fyri hvørt ár verður samanløgd loddrætt, meðan samlaða upphæddin fyri alt verkætlanartíðarskeiðið verður samanløgd vatnrætt.
  • 11) Tíðarætlan: Her verður tilskilað, nær ætlanin væntandi fer í gongd, og nær hon verður liðug. Minst til, at NORA ikki rindar tær útreiðslur, ið vóru, áðrenn verkætlanin byrjaði. Tað merkir, at verkætlanir, ið søkja til freistina fyrst í oktober, ikki kunnu vænta at kunna byrja fyrr enn 1. januar.
  • 12) Fylgiskjøl, ið hoyra til umsóknina: Tilskila ein lista yvir hjáløgdu fylgiskjøl, ið hoyra til umsóknina. Viðmerkingar til fylgiskjølini verða umrøddar undir punkti 15). Sum fylgiskjøl 1, 2 og 3 verða punktini 16, 17 og 18 hjáløgd.
  • 13) Hvar hevur tú frætt um NORA? Henda frágreiðing er við til at hjálpa NORA at bøta um samskiftið.
  • 14) Dagfesting og undirskrift: Verkætlanarleiðarin undirskrivar verkætlanina.

Fylgiskjøl

  • 15) Verkætlanarfrágeiðing: Tær stuttu frágreiðingarnar í 1-11 skulu leggjast afturat einari nágreiniligari, betur lýstari frágreiðing, ið er nøktandi, og verður hon send saman við umsóknini. Viðurskiftini niðanfyri skulu verða tikin við í verkætlanarfrágreiðingina:

    Endamálið við verkætlanini: Nágreining av frágreiðingini í umsóknarblaðnum. Harafturat skal tað framganga av endamálinum við verkætlanini, hví verkætlanin hevur týdning í sambandi við aðalmálið hjá NORA um at styrkja samstarvið í norðuratlantiska økinum og skapa eitt máttmikið norðuratlantiskt øki við einari sterkari og burðardyggari búskaparligari menning.

    Umhugsa:

    - Hvat er nýtt í verkætlanini?
    - Hvør fer at fáa nyttu av verkætlanini?
    - Hvør er fyrimunurin við at útinna verkætlanina tvørtur um landamørk í NORA-økinum?

    Væntandi úrslit av verkætlanini: Nágreining av frágreiðingini í umsóknarblaðnum. Her skal dentur verða lagdur á ítøkilig úrslit, ið kunnu mátast, og sum verkætlanin væntandi fer at skapa.

    Umhugsa:

    - Hvørji ítøkilig úrslit kann verkætlanin væntast at fáa?
    - Hvussu kann verkætlanin vera íkast í menningini í Norðuratlantshavinum?
    - Hvussu fara tit sjálv at kunngera úrslitini av verkætlanini?

    Útinning og fremjing av verkætlanini: Í frágreiðingini um verkætlanina skal vera ein gjøgnumgongd, ið nágreiniliga og væl lýsir, hvussu langa tíð verkætlanin væntandi fer at taka. Tíðarskeiðið skal, so væl sum til ber verða býtt sundur í skeið (varðar), ið hvør sær skal hava úrslit, ið kunnu mátast.

    Umhugsa:

    - Hvussu verður verkætlanin stjórnað?
    - Hvørjir varðar eru í verkætlanini?
    - Hvønn týdning fer verkætlanin at hava fyri starvsøkið?
    - Hvussu verða úrslitini latin?

    Verkætlanarfelagar og leiklutur teirra í verkætlanini: NORA leggur í metingini av verkætlanunum dent á, at samstarvið tvørtur um landamørk skapar eitt virði, ið ikki kundi verið rokkið, um verkætlanirnar bert vóru útintar tjóðskaparliga. Tí ræður fyrst og fremst um at varpa ljós á, at allir felagarnir koma við sínum íkasti og fáa ágóða av verkætlanini.

    Umhugsa:

    - Kann verkætlanin fevna um felagar úr øllum fýra NORA-londunum?
    - Kann verkætlanin hava fyrimun av at fevna um felagar úr vestaru grannaøkjunum, t.d. úr Kanada og Skotlandi?
    - Hvørjum íkasti koma teir ymsu felagarnir við til verkætlanina?

    Fíggjarætlanin hjá verkætlanini: Fíggjarætlanin skal vera grundað á ta tilskilaðu uppsetingina av fíggjarætlan í umsóknini. Munurin her er, at fíggjarætlanin í hesari verkætlanarfrágreiðingini út í æsir varpar ljós á tey einstøku evnini. Inntøkurnar skulu nágreina íkøstini hjá teimum einstøku felagunum í verkætlanini (kontant íkast og virðisáseting av sjálvbodnum arbeiði) umframt møguligan fíggjarligan stuðul úr øðrum verkætlanarstuðulsskipanum. Útreiðslurnar skulu vera nágreiniligar og lýstar út í æsir, og hvørjar útreiðslur verkætlanin kann væntast at fáa í øllum tíðarskeiðinum. Útreiðslurnar av fíggjarætlanini skulu harafturat vísa, hvussu ágóðin skal býtast millum teir luttakandi felagarnar í verkætlanini.

    Umhugsa:

    - Eru felagarnir samdir um, hvussu útreiðslurnar skulu býtast?
    - NORA rindar ikki leypandi rakstrarútreiðslur. Eru allar útreiðslur knýttar at verkætlanini?
    - Eru útreiðslur til t.d. grannskoðan íroknaðar?

    Tíðarætlan: Umsøkjarin skal her gera eina nágreiniliga tíðarætlan, ið skal verða lýst út í æsir við varðum, ið vísa, nær tað lutvísa virksemið kann væntast at verða útint.

    Umhugsa:

    - Er tíðarætlanin veruleikakend?
    - Fevnir tíðarætlanin um allar felagarnar?
  • 16) Verkætlanarkostnaður: Her verða tilskilaðar mettar útreiðslur í sambandi við verkætlanina. Útreiðslurnar skulu endurspegla árini, ið eru nevnd. Upphæddin verður førd yvir í talvu 10. Ein neyvari útgreinað fíggjarætlan skal tilskilast í punkti 15).
  • 17) Fígging: Stuðulin úr NORA kann ikki fara upp um helvtina av fíggjarætlanini við verkætlanini. Tí er umráðandi, at greitt verður frá, hvussu verkætlanin verður fíggjað. Fígging í sambandi við egið arbeiði verður at tilskila grundað á samanleggingina í talvu 18. Onnur fígging skal tilskilast út fyri teimum fíggingarmøguleikunum, ið eru nevndir, umframt undir tí ári, talan er um. Tilskila eisini, um tær einstøku inntøkurnar eru váttaðar ella óváttaðar. Fær verkætlanin stuðul, verða felagarnir í verkætlanini spurdir um fíggjarstøðuna undir óváttaðum inntøkumøguleikum. Til verkætlanir, ið bert taka 1 ár, verður einans tann fyrsti teigurin nýttur, meðan 2 ella 3 teigar verða nýttir til verkætlanir, ið taka fleiri ár, og har skal atlit verða tikið til, hvussu langa tíð verkætlanin væntandi fer at taka. Tølini úr linjunum a), b) og c) skulu førast yvir í talvu 10 um Fíggjarstøðu, samlað fíggjarætlan.
  • 18) Fígging í sambandi við egið arbeiði: Egið arbeiði kann roknast sum ein partur av eginfíggingini av einari verkætlan. Hvussu nógv tíð verður brúkt til arbeiðið er grundað á álítandi og gagnligar umstøður, ið verða mettar at hóska til tað latna arbeiðið. NORA kann biðja um neyvari nágreining í sambandi við tað. Set í teir hóskandi teigarnar tíðina, ið verkætlanin tekur. Upphæddin verður eisini at tilskila omanfyri í talvu 17), endamálið við talvu 18) er at geva eina nágreiniligari frágreiðing av egnum arbeiði. Vanliga er gott við fleiri fíggingarmøguleikum, av tí at verkætlanin fer at sýnast betur grundfest.
  • 19) Viðmerkingar: Her er høvi at gera viðmerkingar til møguligar bókingar í fígging
    og kostnaði. Viðmerkingarnar skulu gera sítt til, at ávísar bókingar kunnu verða lýstar
    neyvari, ella sagt kann verða frá, hvar hesar kunnu hava týdning.

Innsending av umsókn

Umsóknarblaðið verður sent í talgildum líki til: noraprojekt@nora.fo.

Verkætlanarfrágreiðing og fylgiskjøl verða send saman við sjálvari umsóknini.

Umsóknirnar verða fyrst viðgjørdar í avgreiðslustovuni, ið metir um verkætlanina. Síðani verða umsóknirnar viðgjørdar í nevndini í NORA, ið tekur endaliga avgerð til hvørja verkætlan sær. Tó hevur avgreiðslustovan møguleika fyrisitingarliga at vísa burtur verkætlanir, sum tí ikki verða viðgjørdar av nevndini.Verkætlanir kunnu verða vístar burtur fyrisitingarliga, um so er, at avgerandi og regluligir vansar eru í umsóknini, sum t.d.: søkt verður um meira enn 50% av fíggjarætlanini, ella um tað bert er ein felagi úr NORA-økinum.

Beinanvegin umsóknin er móttikin, sendir NORA eina sjálvvirkandi váttan um, at umsóknin er móttikin. Um tú ikki fært eina slíka váttan innan fyri tveir tímar, skal tú seta teg í samband við høvuðsavgreiðslustovuna hjá NORA á telefon: +298 30 69 90 ella skriva til nora@nora.fo.

Harumframt ber til at fáa beinleiðis samband við starvsfólkini hjá NORA við at senda teldupost til persónliga teldupostbústað teirra, ið síggjast her á heimasíðuni.

Tvey umfør um árið, tá ið søkjast kann

Tað fyrra umfarið, tá ið søkjast kann, verður lýst miðjan januar við freist til fyrst í mars, seinna umfar verður lýst miðjan august við freist til fyrst í oktober. Nágreiniligu umsóknarfreistirnar verða lýstar á forsíðuni á www.nora.fo.

Bæði umsóknarblað og fylgiskjøl skulu vera NORA í hendi, áðrenn umsóknarfreistin er farin.