Verkætlanarstuðul

Verkætlanin endar

Endalig frágreiðing

Tá ið ein verkætlan er liðug, skal ein endalig frágreiðing handast (endalig frágreiðing viðvíkjandi fíggjarstøðuni) og grannskoðaður roknskapur. NORA heldur seinasta gjaldið av játtanini aftur, ofta 20-30 prosent, til endalig frágreiðing og roknskapur eru góðkend.

Endaliga frágreiðingin skal vísa eina heildarmynd av virkisfýsninum og úrslitunum. Frágreiðingin skal vera í samsvari við tey endamál, ið stóðu í upprunaligu verkætlanarskránni. Tað merkir, at í endaligu frágreiðingini skal eisini standa, um øll endamálini ikki eru rokkin.

Í verkætlanini skal eisini standa, um týðandi virksemi og kunning hevur verið í verkætlanartíðarskeiðinum.

Endaliga frágreiðingin skal vera gjørd soleiðis, at hon kann verða løgd út á heimasíðuna hjá NORA, so at áhugað fáa atgongd til hana. Tað merkir, at í frágreiðingini mugu ikki standa trúnaðarupplýsingar – og at hon skal vera løtt at lesa. Málið skal vera skandinaviskt (ofta danskt ella norskt) ella enskt. Í frágreiðingini skal klárt og týðiliga standa, at verkætlanin hevur fingið stuðul úr NORA. Búmerki kann heintast her.

Roknskapur

Tá ið verkætlanin er liðug, verður grannskoðaður roknskapur sendur NORA. Sum útgangsstøði verða allir roknskapir grannskoðaðir av einum grannskoðara, men í smáum verkætlanum kann – eftir avtalu, ið frammanundan er gjørd við NORA, – góðtakast, at roknskapurin í staðin verður áteknaður av einum roknskaparkønum í felagnum hjá verkætlanarleiðaranum.

NORA-stuðulin skal síggjast í roknskapinum, eins og tað skal vera greitt, at stuðulin frá NORA er nýttur í samsvari við góðkendu fíggjarætlanina. Samstundis skal roknskapurin vísa eina sanna mynd av fíggjarstøðuni í allari verkætlanini, og tískil ikki bara varpa ljós á tann partin, ið NORA fíggjar. Tað merkir, at roknskapurin skal eisini fevna um pening frá øðrum hjálparfelagsskapum og grunnum, kontanta eginfígging og samfígging í sambandi við egið arbeiði.