Verkætlanarstuðul

Vit umhugsa at søkja

Tá ið tú hevur lisið brotið frammanundan um “Vegleiðing til verkætlanarstuðul”, veitst tú, at NORA stuðlar verkætlanir av ógviliga ymiskum slag. Felags fyri verkætlanirnar er tó, at tær skulu vera í samsvari við aðalmálið hjá felagsskapinum: at skapa eitt sterkt og máttmikið norðuratlantsøki, ið er eyðkent av sterkum og burðardyggum búskapum. Øll – fyritøkur, almennir stovnar, vinnufeløg, privat o.o. – kunnu søkja.

Her kemur tú til tað talgilda umsóknarblaðið

Temu

Verkætlanarumsóknir skulu vera tilætlaðar og raðfestar innan fyri høvuðsøkini hjá NORA:

  • Lívfeingisbúskapur
  • Burðardygg ferðavinna
  • Ringbúskapur
  • Flutningur
  • Orka
  • Nærumhvørvi

Les meira um raðfestingarnar í Virkisskránni 2021-2024.

Tað ber til at søkja um stuðul til ítøkiligar verkætlanir, men eisini til undanverkætlanir, sum bøta um grundarlagið og hugskotið til verkætlanina, ella til at fáa fleiri samstarvsfelagar.

Harumframt verða viðkomandi evni nevnd í Virkisskránni 2023 hjá NORA, ið kunnu hava týdning fyri møguligar umsøkjarar. Árliga starvsætlanin byggir á Virkisskránna, har dentur verður lagdur á serstakar raðfestingar í hesum árinum.

Vit gera vart við, at verkætlanirnar eiga eisini at hava eitt ella fleiri av Heimsmálunum hjá ST í huga.

Fyri at fáa meira íblástur kanst tú klikkja her, so sært tú nøkur dømi um NORA-verkætlanir, sum eru í gongd í løtuni.

NORA veitir vanliga ikki stuðul til verkætlanir, ið fyrst og fremst eru at meta sum granskingar- ella mentanarverkætlanir.

Felagar og luttakaralond

Felagar í NORA-verkætlanum kunnu vera virki, almennir stovnar, privat o.o., og meginreglan er, at bústaðurin skal vera í NORA-økinum.

Ein treyt fyri at fáa stuðul úr verkætlanarpeninginum hjá NORA er, at samstarvsverkætlanirnar hava felagar úr minst tveimum av teimum fýra NORA-londunum: Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Strandanoreg. NORA veitir fegin hjálp við at leita eftir felagum.

Samband við og kunning um Høvuðsavgreiðslustovuna hjá NORA og avgreiðslustovurnar hjá økispørtunum finst her.

Verkætlanir kunnu eisini hava fyrimun av at fevna um felagar úr vestaru grannalondunum hjá Norðurlondum, fyrst og fremst Kanada og Skotlandi. Felagar úr hesum londum kunnu tó ikki fáa beinleiðis stuðul úr NORA, men kunnu sum felagar vera við til at styrkja sjálva verkætlanina. Høvuðsavgreiðslustovan er harafturímóti fús at hjálpa til við at fáa í lag sambond við kanadiskar og/ella skotskar verkætlanarstuðulsfelagsskapir við einari møguligari samfígging av samstarvsverkætlanum fyri eyga tvørtur um norðuratlantsøkið. Um ein norðurlendskur vinnurekandi ella stovnur, ið liggur uttan fyri NORA-økið, men kortini er viðkomandi og/ella hevur serkunnleika, ið verður mettur at hava týdning í samansetingini av samstarvinum, verður hann at rokna sum felagi.

Verkætlanarstuðulin

Hámarkið av stuðlinum úr NORA er:

  • 50 prosent av allari fíggjarætlanini,
  • 500.000 kr. um árið fyri í mesta lagi trý ár, sostatt í mesta lagi 1.500.000 kr.

Ein fyritreyt er, at verkætlanin ikki skyldar NORA nakað frá fyrr. Hóast NORA kann stuðla verkætlanir í upp til trý ár, er neyðugt at søkja til eitt ár ísenn.

Umsóknarfreistir

NORA hevur tvey umfør um árið, tá ið søkjast kann. Tað fyrra verður lýst miðjan januar við freist fyrst í mars. Avgerðin um stuðul verður tikin í juni.

Annað umfarið verður lýst miðjan august við freist fyrst í oktober. Avgerðin um stuðul verður tikin november/desember.  

Tær nágreiniligu umsóknarfreistirnar verða altíð lýstar her á heimasíðuni umframt m.a. í miðlunum og í netverkinum hjá NORA. Umsóknarblað kann takast niður her.