Verkætlanarstuðul

Vit hava fingið játtan um fígging

Tá ið NORA hevur givið eina játtan, fær verkætlanarleiðarin eitt játtanarskriv.

Verkætlanarleiðarin skal vera varugur við, at tær treytir og áheitanir, ið kunnu verða knýttar at játtanini, beinanvegin skulu lúkast. Harumframt skal verkætlanarleiðarin tryggja, at ein umsitingaravtala verður gjørd skjótast gjørligt ímillum verkætlanarleiðaran og NORA. Tá ið sjøtul verður settur á verkætlanina, skal verkætlanarleiðarin eisini útfylla eina elektroniska frágreiðing um fíggjarstøðuna, ið verður nýtt í sambandi verkætlanarfrágreiðingina, sum
verður latin inn so hvørt.

Játtanarskriv

NORA sendir eitt játtanarskriv, har sagt verður frá, hvussu stór játtanin er. Í nógvum førum eru treytir og áheitanir knýttar at játtanini. Er talan um treytir, kann verkætlanin ikki byrja, kunnu treytirnar ikki lúkast. Hetta kundi t.d. verið eitt krav um at fáa ein ella fleiri nýggjar felagar uppí fyri at styrkja verkætlanina. Er talan um eina áheitan, kann verða farið undir verkætlanina, tá ið høvuðsfelagin skrivliga hevur greitt frá, hvat er gjørt fyri at ganga áheitanini á møti. Tá ið verkætlanarfelagarnir hava lokið treytir ella áheitanir, kann ein umsitingaravtala fáast í lag.

Umsitingaravtala

Teigurin við upplýsingum um verkætlanina verður útfyltur, áðrenn skjalið verður skrivað út í tveimum eintøkum, undirskrivað og sent til høvuðsavgreiðslustovuna hjá NORA. Umsitingaravtalan verður undirskrivað av verkætlanarleiðaranum og tí, ið hevur fíggjarligu umsitingarligu ábyrgdina (um viðkomandi ikki er verkætlanarleiðarin) vegna høvuðsfelagan. NORA skrivar síðani undir avtaluna og sendir annað eintakið aftur til høvuðsfelagan. Ikki fyrr enn umsitingaravtalan er stovnað, kann verkætlanin byrja. Henda avtala er eisini ein fyritreyt fyri, at NORA kann rinda peningin til fyrstu verkætlanina.

Frágreiðing viðvíkjandi fíggjarstøðuni

Hetta umsóknarblað er eitt týðandi amboð í frágreiðingini, sum send verður inn so hvørt um, hvussu gongst við verkætlanini. Tá ið farið verður undir verkætlanina skulu teigarnir um høvuðsfelaga, aðrar verkætlanarfelagar, væntandi úrslit, avleiðingar o.a. útfyllast. Undir “framfýsni í verkætlanini” verða tríggir varðar laðaðir, ið avspegla tað mest framfýsna í verkætlanini. Út fyri hvønn varða verður ásett tíðarskeiðið, tá ið væntandi kann farast undir verkætlanina. Varðarnir skulu vísa ítøkilig úrslit, ið kunnu mátast. Undir “fíggjarstøða” skal høvuðsfelagin í tí fyrstu frágreiðingini upplýsa fíggjarstøðuna fyri samfígging, ið stóð óváttað í umsóknini. Eisini skal greiðast frá, nær felagarnir hava ætlan um at senda inn umbønir um peningaútgjald. Aðrir teigar í frágreiðingini viðvíkjandi fíggjarstøðuni fáa ikki týdning fyrr enn seinni í verkætlanargongdini, tá ið ein dagførd útgáva verður send inn. Frágreiðing um fíggjarstøðuna verður dagførd, so hvørt sum verkætlanin verður framd, t.d. í sambandi við
umbøn um útgjald.

Umbøn

Tá ið umsitingaravtalan er stovnað, og tann fyrsta fíggjarstøðufrágreiðingin er send inn, kann verkætlanarleiðarin senda eina umbøn um at fáa útgoldið fyrsta gjaldið í sambandi við, at verkætlanin byrjar. Hvussu nógv gjaldið skal vera, skal endurspegla virkisfýsnið í verkætlanarfrágreiðingini, men tað er ofta uml. helvtina av játtanini. NORA mælir til, at ikki fleiri enn tvær umbønir verða innsendar um árið. Tá ið verkætlanin endar, afturheldur NORA ofta uml. 20-30 prosent av játtanini, til góðkendur roknskapur og endalig frágreiðing eru innsend. Tá ið umbøn verður send, skal ein dagførd frágreiðing viðvíkjandi fíggjarstøðuni altíð fylgja við.