Virksemi

Tilmæli frá Tankasmiðjuni

Norður-Atlantstankasmiðjan varð stovnað sum liður í uppfylging av frágreiðingini hjá OECD, sum ber heitið ’OECD Territorial Reviews of the NORA Region - The Faroe Islands, Greenland, Iceland and Coastal Norway,’ og viðger regional evni við støði í OECD-frágreiðingini.

Tankasmiðjan er eitt tvørfakligt og tvørtjóða forum. Hon skal koma við íkasti til regionala samfelagskjakið við hugskotum og tilmælum um samstarv ímillum Føroyar, Grønland, Ísland og Strandanoregi, sum kann vera við til at styrkja regionala framgongd.

Átta limir eru í Norður-Atlantstankasmiðjuni – tveir úr hvørjum landi. Limirnir eru útvaldir av nevndini hjá NORA, og persónarnir eru við í tankasmiðjuni vegna teirra persónligu førleikar. Hetta inniber, at tey ikki eru við sum umboð fyri fyriskipanarligu áhugamálini, sum tey møguliga í øðrum samanhangi umboða. Limirnir hava status sum fríteinkjarar og útvega óheft tilmæli, sum ikki umboða almennu sjónarmiðini ella politisku linjuna hjá NORA.

Fyrsta manningin av tankasmiðjuni útvegaði fýra tilmæli í tíðarskeiðnum 2011-2014. Hesi førdu til bæði kjak og ítøkilig úrslit, m.a. stovnan av felags Master-útbúgving í útnorðurlesnaði á universitetunum í øllum fýra londunum í økinum. Í 2015 avgjørdi nevndin hjá NORA, at ein nýggj manning skuldi veljast, og henda tilgongdin varð liðug í 2016, tá nýggja manningin í tankasmiðjuni hevði sín fyrsta fund.

Limirnir í Norður-Atlantstankasmiðjuni eru:

  • Dennis Holm (Føroyar)
  • Katrin Petersen (Føroyar)
  • Anne Nivíka Grødem (Grønland)
  • Jacob Nedergård Jensen (Grønland)
  • Dóra Hlín Gísladóttir (Ísland)
  • Vífill Karlsson (Ísland)
  • Eivind Sommerseth (Noregi)
  • Eli Grete Høyvik (Noregi)

Bolyst på bygda (2019)

Nordatlantisk mat og Nord-Atlanterens befolkninger (2018)

Felles krav til cruiseindustrien (2017)

Nordatlantiske opplevelser: et program for bæredyktig turisme i utkanten (2016)

Fyrsta manningin í Norður-Atlantstankasmiðjuni var:

  • Hermann Oskarsson (Føroyar)
  • Sonja Jógvansdóttir (Føroyar)
  • Henrik Leth (Grønland)
  • Tine Pars (Grønland)
  • Halla Helgadóttir (Ísland)
  • Karl Benediktsson (Ísland)
  • Arne O. Holm (Noregi)
  • Frank Aarebrot (Noregi)

Næringslivets samfunnsbidrag i NORA-regionen (2014)

Utvid mediesamarbeidet i NORA-regionen (2013)

Attraktive distrikter krever sterke byer (2012)

Kompetanseutvikling i NORA-regionen (2011)