UM Nora

Virkisætlan 2021-2024

NORA (Norrønt Atlantssamstarv) er eitt stjórnarsamstarv undir økispolitiska samstarvinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Síðan 1996 hevur NORA virkað fyri at styrkja samstarvið millum vinnurekandi og aðrar partar í teimum fýra londunum í NORA-økinum: Føroyar, Grønland, Ísland og stranda-Noreg. Høvuðsmálið hjá NORA er at vera við til at leggja lunnar undir eitt sterkt og dynamiskt norðuratlantiskt øki, sum hevur sterkan og burðardyggan búskap sum sítt eyðkenni. Norðuratlantsøkini eru samanrunnin partur av Arktis. Tí eru bæði norðuratlantisku avbjóðingarnar umframt landafrøðiligu og samfelagsligu fortreytirnar tær somu sum tær, sum galda fyri Arktis. Samstarvið við grannarnar fyri vestan, serliga Kanada og Skotland, verður mett at vera natúrligur partur av samstarvinum í NORA-økinum.

Virkisskráin hjá NORA 2021-2024 er skjalið, ið skipar arbeiðið í felagsskapinum næstu 4 árini. Virkisskráin setur kós fyri átøk og virksemi hjá NORA, sum verða feld inn í árligar virkisætlanir.

Les alla virkisskránna her.