Virksemi

OECD Territorial Review of the NORA Region

Í 2009 og 2010 gjørdi OECD eina greining av NORA-økinum. Endaliga frágreiðingin,OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway, varð løgd fram á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn 5. apríl í sambandi við NORA REGION CONFERENCE 2011. At frágreiðingin varð givin út hevur við sær, at fyri fyrstu ferð hevur ein viðurkendur altjóða felagsskapur gjørt eina gjølliga politiskt-fíggjarliga økisgreining av Grønlandi, Føroyum, Íslandi og Strandar-Noregi.

OECD-frágreiðingin skilmarkar og viðger tey týdningarmestu menningarrák, avbjóðingar og ikki minst allar teir møguleikar og førleikar, sum eru tøkir í NORA-økinum. Tí væntar NORA, at OECD-greiningin fer at hjálpa til at allýsa NORA-londini sum eitt øki og skapa grundarlagið fyri, at samstarvið innanhýsis verður styrkt uppaftur meira.

Greiningin er avrikað í einum toymi av OECD-serfrøðingum, sum seinasta hálvtannað árið hevur havt samrøður í teimum fýra NORA-londunum, nærlisið hagtøl og greinað støðisfrágreiðingar. Í tilmælunum í frágreiðingini mælir OECD millum annað til:

  • At tilevnað verður ein meginøkisstrategi, sum setur neyv orð á felags vónirnar til samstarvsøkini og –málini í NORA-økinum. Fyrimyndin er Eystursjóvarstrategiin hjá ES, ið sum ein av heimsins fyrstu meginøkisstrategium verður drigin fram sum eitt undangonguverk. OECD mælir til, at leikluturin sum hjálpari í einari tílíkari strategitilgongd kundi verið lagdur hjá NORA.
  • At NORA eigur at styrkja sín leiklut sum sambindingarliður millum útryðjuøki í Norðurevropa við tilsvarandi øki í Norðuramerika.
  • At tað at styrkja flutningskervið í økinum eigur at hava við sær øktan áhuga fyri londunum í NORA-økinum og fyri NORA sum felagsskapi.

OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway kann lesast sum e-bók her.

OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway kann takast niður í pdf-sniði her.

Donsk týðing av Metingum og tilmælum OECDs Metingum og tilmælum (Vurdering og anbefalinger)fyri NORA-økið kann lesast sum e-bók her og takast niður í pdf-sniði her.

Grønlendsk týðing av OECDs Metingum og tilmælum (Naliliinerit innersuutigisallu) fyri NORA-økið kann lesast sum e-bók her og takast niður í pdf-sniði her.

Almenna OECD-síðan um frágreiðingina er at finna her.