Virksemi

Norðuratlantiska tankasmiðjan

Norðuratlantiska tankasmiðjan varð stovnað í sambandi við framhaldsviðgerð av ritinum hjá OECD, Territorial Review of the NORA region: The Faroe Islands, Greenland, Iceland and Coastal Norway, og viðger ymisk økismál við støði í frágreiðingini hjá OECD.

Tankasmiðjan er ein tvørfakligur og tvørtjóðaligur pallur. Endamálið hjá smiðjuni er at geva eitt íkast til almenna orðaskiftið í limalondunum við hugskotum og viðmælum um samstarv millum Føroyar, Grønland, Ísland og stranda-Noreg, sum kann stimbra menningina í økinum.

Átta limir eru í Norðuratlantisku tankasmiðjuni, tveir úr hvørjum limalandi hjá NORA. Limirnir verða tilnevndir av nevndini hjá NORA við støði í persónligum førleikum. Tey, ið verða vald, skulu so statt ikki umboða áhugamál frá øðrum felagsskapum, sum tey møguliga umboða í øðrum høpi. Limirnir skulu virka sum “fríteinkjarar” og veita uttanveltað viðmæli, sum ikki umboða nøkur almenn sjónarmið ella nakra politiska stevnuskrá hjá NORA.

Fyrsta liðið, ið mannaði tankasmiðjuna, góvu út fýra viðmæli millum 2011-14. Tey birtu undir bæði kjak og ítøkilig úrslit. Til dømis varð felags masterútbúgvingin í útnorðurvísindum (M.S.Sc. í West Nordic Studies) sett á stovn, sum býður samstarv millum fróðskaparsetur í øllum fýra limalondunum. Í 2015 gjørdi nevndin hjá NORA av, at nýtt lið skuldi veljast. Ein útskifting fór síðani fram í 2016, og nýggja liðið hjá tankasmiðjuni hevði sín fyrsta fund sama árið.

Limirnir í Norðuratlantisku tankasmiðjuni eru:

  • Dennis Holm (Føroyar)
  • Katrin Petersen (Føroyar)
  • Anne Nivíka Grødem (Grønland)
  • Jacob Nedergård Jensen (Grønland)
  • Dóra Hlín Gísladóttir (Ísland)
  • Vífill Karlsson (Ísland)
  • Eivind Sommerseth (Noreg)
  • Eli Grete Høyvik (Noreg)

Felles krav til cruiseindustrien (2017)

Nordatlantiske opplevelser: Et program for bæredyktig turismeutvikling i utkanten (2016)

Fyrstu limirnir í Norðuratlantisku tankasmiðjuni vóru:

  • Hermann Oskarsson (Føroyar)
  • Sonja Jógvansdóttir (Føroyar)
  • Henrik Leth (Grønland)
  • Tine Pars (Grønland)
  • Halla Helgadóttir (Ísland)
  • Karl Benediktsson (Ísland)
  • Arne O. Holm (Noreg)
  • Frank Aarebrot (Noreg)

Næringslivets samfunnsbidrag i NORA-regionen (2014)

Utvid mediesamarbeidet i NORA-regionen (2013)

Attraktive distrikter krever sterke byer (2012)

Kompetanseutvikling i NORA-regionen (2011)