Virksemi

NORA-ráðstevnur

Ráðstevnur eru millum umráðandi tiltøkini, ið NORA skipar fyri sum lið í at seta dagsskránna. Á ráðstevnum setir NORA sjóneykuna á týdningarmestu málini innan tey øki, sum eru raðfest í virkisskránni. Ráðstevnurnar eru eitt høvi at savna viðkomandi áhugapartar úr øllum londunum, at fáa íblástur frá fyrilestrarhaldarum uttanífrá og at fáa kjak um nýggj hugskot, felags avbjóðingar og møguleikar.

Um neyðugt, tekur NORA eisini stig til framhaldsviðgerð av málum, ið verða umrødd á ráðstevnunum, annaðhvørt við fleiri tiltøkum ella við at raðfesta tær verkætlanir, sum viðgera viðkomandi mál, í næsta umfari av verkætlanarumsóknum.