Virksemi

NORA-ráðstevnur

Ráðtevnur eru umráðandi, tá ið NORA skal virka fyri at seta mál á skrá. Tær eru pallar, har ið NORA setur týdningarmikil temu í miðdepil á átaksøkjum, sum eru raðfest í virkisskránni. Ráðstevnur eru høvi til at savna áhugað fólk úr øllum londunum í økinum saman við hugvekjandi íkastum uttaneftir, vekja nýggj hugskot og kjakast um felags avbjóðingar og møguleikar í økinum.

Tá ið tað er tíðarbært, tekur NORA ráðstevnuevnini longur fram á leið við nýggjum virksemi ella við at raðfesta verkætlanir, sum hava við ráðstevnuevnini at gera í komandi stuðulsumførum.