Tilbage til nyheder
10/03-2020

NORA søkir eftir lesandi

Á NORA hava vit úr at gera og søkja tí eftir einum lesandi nakrar tímar um vikuna, sum hevur hug at arbeiða í einum altjóða umhvørvi og hjálpa okkum við ymiskum samskiftisuppgávum.

Skrivstovan hjá NORA er í Havn.

Uppgávurnar verða í høvuðsheitinum:

  • At leggja allar verkætlanirnar, sum NORA stuðlar, inn á heimasíðuna
  • Skriva greinar til heimasíðuna við støði í núverandi og komandi verkætlanum
  • Gera ymiskt kunningartilfar
  • Menna heimasíðuna

Vit vænta:

  • At tú dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum. Enskt er ein fyrimunur.
  • At tú hevur góðar KT-førleikar
  • At tú dugir væl at leggja til rættis og annars ert fyrikomandi
  • At tú kanst byrja sum skjótast

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi og mennandi altjóða arbeiðspláss
  • Starvi er lønt eftir Starvsmannafelagnum, lønarflokkur 2,1 (stig 5).
  • Arbeiðstíð og -nøgd er eftir nærri avtalu.

Nærri kunning fæst við at seta teg í samband við stjóran:

Ásmundur Guðjónsson

Tel +298 214844

asmundur@nora.fo 

 

Umsókn skal sendast nora@nora.fo í seinasta lagi 20. mars 2020

Vit gleða okkum at hoyra frá tær skjótast gjørligt, og vóna, at starvið verður sett í byrjanini av apríl.

16/03-2020
COVID-19: Sekretariatet jobber hjemmefra / Secretariat working from home
10/03-2020
NORA søkir eftir lesandi
22/01-2020
Støtte til nordatlantisk projektsamarbejde
03/01-2020
NORA vil bygge bro vestover
28/11-2019
Nye spennende samarbeidsprosjekter på gang
16/09-2019
Foreslår mer fokus på delingsøkonomi
01/07-2019
Komitémøde i historiske rammer