Tilbage til nyheder
23/04-2018

Samskipari til NORA

NORA søkir eftir samskipara til skrivstovu okkara á Bryggjubakka í Havn.

Starvið

Yvirskipað er uppgávan hjá samskiparanum at tryggja, at NORA virkar, sum tað eigur. Samskiparin hevur ábyrgdina av øllum inngangandi samskifti, so sum telefon, teldupostar og brøv. Samskiparin umsitur eisini samskifti við tænastustovnar innanlands og uttanlands.

Samskiparin hevur ábyrgdina av vanligum skrivstovuuppgávum, og arbeiðsuppgávurnar fevna eisini um at verkseta og viðlíkahalda elektroniska journalin, og verður eisini journalleiðari.

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, men samskiparin skal kunna tola ójavna í vikuliga tímatalinum. Starvið verður sett og lønt við støði í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum í lønarflokki 6.

Eginleikar

Vit ímynda og ynskja okkum, at samskiparin hevur nakrar av niðanfyristandandi persónligum eginleikum:

·         Er eitt netverksmenniskja

·         Kann hava nógv jørn í eldinum í senn

·         Sær, hvar hjálp tørvar, og tekur eina hond í

·         Jaligt lyndi og samstarvssinni

Førleikar

Fyri at røkja starvið til fulnar krevst skrivstovuútbúgving ella hægri sum t.d. merkonom ella akademiútbúgving og royndir við fíggjarligum viðurskiftum og journalisering. Samskiparin skal duga væl føroyskt og eitt av skandinavisku málunum bæði í talu og skrift. Somuleiðis verður samskift á enskum í talu og skrift.

Tað er ein fyrimunur at hava góðan kunnleika til føroyska samfelagið, serliga til tænastustovnarnar.

Vit bjóða

NORA er eitt vælvirkandi og altjóða arbeiðspláss. Vit samskifta dagliga við samstarvspartar okkara í øllum Norðurlondunum og um alt Norðuratlantshavið. Umframt samskiparan  starvast trý fólk á skrivstovuni. Vit halda til á  Bryggjubakka 12 saman við Granskingarráðnum og Løgtingsins umboðsmanni.

Umsókn

Umsókn við CV og øðrum skjølum skal sendast til nora@nora.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 17. mai 2018 kl. 12:00. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú væl komin at venda tær til Ásmund Guðjónsson, stjóra, á telefon (+298 21 48 44) ella um teldupost (asmundur@nora.fo).

NORA er eitt samstarv millum Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg, hvørs endamál er at stuðla verkætlanum í Norðuratlantshavi og fyriskipa ymiskum menningartiltøkum í hesum økinum. NORA er partur av Norðurlendska ráðharraráðnum og er tann einasti altjóða stovnur, sum hevur høvuðssæti í Føroyum.

28/08-2018
Ansøgningsfrist 1. oktober 2018
27/06-2018
Innovation og entreprenørskab på dagsordenen i Grønland
21/06-2018
Syv prosjekter bevilget støtte fra NORA
23/04-2018
Samskipari til NORA
21/03-2018
Blue Fashion Value Chain Seminar
09/02-2018
Føroyar størstu framgongdina í Norðurlendsku økisstøðulýsingini 2018
24/01-2018
Udstillingen HAV i Nikolaj Kunsthal 27. – 30. januar 2018