Tilbage til nyheder
09/02-2018

Føroyar størstu framgongdina í Norðurlendsku økisstøðulýsingini 2018

Føroyar ganga 25 pláss fram í Vísitølunum fyri Menningarmøguleikar (Regional Potential Index) hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Staðfest verður, at Føroyar eru tað økið í Norðurlondum, sum hevur størstu framgongdina.

Vísitølini eru úr frágreiðingini State of the Nordic Region 2018 hjá ráðharraráðnum. Frágreiðingin, sum er hin nýggjasta av sínum slagi, savnar ein hóp av hagtølum um Norðurlond. Norðurlandahúsið og NORA bjóða til framløgu av frágreiðingini afturvið ábiti og kaffi. Greitt verður frá, hvussu Føroyar standa seg samanborið við hini Norðurlondini.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 20. februar kl. 8:30-10:00.

Framløgur:
Poul Michelsen, norðurlendskur samstarvsráðharri
Linus Rispling, Nordregio, ritstjórnartoymi fyri State of the Nordic Region
Ólavur Gregersen, limur í útnorrøna bioøkonomiska panelinum

Tiltakið er ókeypis. Heitt verður tó á áhugað at boða frá luttøku í telduposti til conference@nora.fo

09/02-2018
Føroyar størstu framgongdina í Norðurlendsku økisstøðulýsingini 2018
24/01-2018
Udstillingen HAV i Nikolaj Kunsthal 27. – 30. januar 2018
23/01-2018
Ansøgningsfrist 05. marts 2018
19/12-2017
Formandsskifte i NORA
17/12-2017
Styrk sikkerhets- og beredskaps-samarbeidet i Nord-Atlanteren
17/12-2017
5 nye støttebevillinger
10/10-2017
Large Ocean Nations Forum on Blue Growth