UM Nora

NORA VIRKISÆTLAN 2024

Norðuratlantssamstarvið (NORA) fremur grøna, kappingarføra og sosialt burðardygga menning í Norðuratlantsøkinum við at stimbra og byrja samstarv millum viðkomandi virkandi í Norðuratlantsøkinum. NORA stuðlar tí ítøkiligu starvsætlanini í økisgeiranum fyri Visjón 2030. Virkisskráin hjá NORA fyri árini 2021-2024 staðfestir, at NORA er felagsskapur, sum stuðlar verkætlanum, setur mál á skrá og skapar sambond, og virkisskráin lýsir ta evnisligu raðfestingina í samstarvinum. Starvsætlanin hjá NORA eyðmerkir og lýsir virksemi, sum ætlanir eru um í 2024. Hetta er fjórða starvsætlan í núverandi virkisskeiði. Noreg hevur leiðsluna í NORA í 2024, og tey hava valt at leggja dent á at framhaldsviðgera  visjónina hjá Norðurlendska ráðharraráðnum um, at Norðurlond skulu vera heimsins burðadyggasta og integreraða øki. Harafturat verður stórur dentur lagdur á ungdóm, hvussu heimsarvurin verður  umsitin, samstarv við Bodø2024 sum mentanarhøvuðsstaður og at samstarva við  grannar fyri vestan.

Virkisætlanin hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum er í gongd, verður fylgd og tikin við inn í virkissætlanina hjá NORA fram ímóti tí nýggju virkisætlanini fyri 2025-2029. Harafturat vil NORA fegin brúka tey jaligu úrslitini frá eftirmetingini, sum varð gjørd í 2023 sum partur av søguni um NORA og lyfta tað upp í viðkomandi høpi.

 1. TVEY UMSÓKNARUMFØR

Verkætlanarstuðulin er eitt týdningarmikið amboð hjá NORA í arbeiðinum at røkka málunum í virkisskránni og starvsætlanini í økisgeiranum fyri Visjón 2030. Verkætlanirnar, sum fáa stuðul, eru týdningarmikið samband hjá NORA við tey virkandi. Umsóknarfreistir verða ávikavist fyrst í mars 2024 og fyrst í oktober 2024. NORA fer – í góðari tíð áðrenn freistirnar – at hava netsetur fyri møguligar umsøkjarar, eitt á norðurlendskum og eitt á enskum.

2. BLÁUR LÍVFEINGISBÚSKAPUR OG TEY UNGU

NORA fer at halda eitt nýmenningartiltak fyri ung í økinum við heitinum Blá nýmenningarlega fyri ung í Norðurlondum.

Tiltakið verður í Vestmannaoyggjum á vári 2024 og er framhald frá virkisætlanini fyri 2023 undir íslendskari leiðslu. Dentur verður lagdur á at savna ungar nýmennarar úr strandalondum og geva teimum møguleikan at samstarva og tosa við mentorar um teirra verkætlan ella hugskot innan strandaøki, burðardygga ferðavinnu og matvøru úr havinum.

3. Verkseting av tilmælum frá ráðstevnu viðvíkjandi UNESCO-støð

NORA-ráðstevnan í mars 2023 við heitinum: ”UNESCO-støð í økinum í burðardyggum høpi” setti teir møguleikar í miðdepilin, sum UNESCO- tilnevningar kunnu veita staðbundnu íbúgvunum í økjum við heimsarvi, jarðfrøðilundum, lívhválvi o.a., sum kunnu vera við at seta gongd á burðadygga menning í hesum økjum. Ráðstevnan eydnaðist væl og kveikti eitt netverk av áhugapørtum, sum eldhugað halda fram at samstarva. Í oktober 2024 verður ein Sisimiut 2 ráðstevna í Quebec, og NORA stuðlar verkætlanini við at lýsa Norðurlond sum eitt lívhválv, sum hervið gerst eitt strategiskt amboð í arbeiðnum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum fyri Visjón 2030.

4. SAMSTARV VIÐ GRANNAR FYRI VESTAN

Samstarv við grannar fyri vestan er eitt kjarnuøki hjá NORA og Norðurlendska ráðharraráðnum, sum hevur fleiri ár á baki. Í 2024 fer NORA í samband við:

Skotland: Arbeiðið við at knýta tættari bond við øki í Skotlandi heldur fram, eftir at MoU varð undirskrivað við stjórnina í Orknoyggjum í 2023. Í miðdeplinum er at fáa skotar við í NORA-verkætlanir við fígging frá OIC. NORA er eisini opið fyri samstarvi við aðrar partar av Skotlandi, serliga Hetland og Hebridurnar. Eitt kunningarátak um tann føroyska flaggdagin í apríl, verður í 2024 flutt úr London til Edinburgh, og tað fer helst at geva samvirkanarárin og møguleika fyri politiskari luttøku, og at boðskapurin hjá NORA fær størri ávirkan.

Kanada: Quebecøkið er samstarvsfelagi í UNESCO-verkætlanini, og NORA fer, sum oman fyri nevnt, at halda fram við stuðlinum til tað.

Maine: NORA hevur endurkveikt sambandið við Maine International Trade Center, sum hevur víst áhuga fyri samstarvi við NORA. Greiða skal nú fáast á, hvussu her skal farast fram.

5. Ungdómsframtakið hjá NORA

Sambært virkisætlan fyri 2023 um ungdómsframtak [1] og eftir ráðføring við EK-R fer NORA at virka fyri at átaka sær at verkseta útvald tilmæli, sum norðurlendska ungdómstingið 2023 setti fram fyri økisráðharrarnar í september 2023. Harafturat fer NORA inn í ætlanirnar fyri tað strategiska samstarvið við íslendska Ocean Cluster  um eina ætlan fyri ungar íverksetar innan bláan lívfeingisbúskap, sum byggir á úrslit  frá tiltakinum  í Vestmannaoyggjunum á vári 2024.

6. Strandalandamentan í útnorði/kokkakapping

Endaverkætlan undir norðurlendskari menningarstrategi. (NAUST) [2]. NORA tekur stig til kokkakapping millu ungar gastronomar og onnur eldhugað í økinum. Støði verður tikið í staðbundnum rávørum og staðbundnari matlist. Helst verður finalan í Bodø, sum liður í, at Bodø er mentanarhøvuðsstaður og møguliga fer norska løgreglan at taka lut í hesum partinum.

7. Sjóvegis flutningur

Arbeiðið við netverkinum av maritimum útbúgvingarstøðum heldur fram, nú við Vinnuháskúlanum (Centre of Maritime Studies and Engineering) í Føroyum á odda. Endamálið við netverkinum er at tryggja, at vitan um tað grøna orkuskiftið verður miðlað innan maritima økið til komandi yvirmenn á maritima økinum.

8. Vitlíki í økisligari menning

NORA hevur í hyggju at kanna, hvussu vitlíki kann verða brúkt at styrkja økisligu menningina í útjaðaranum. Vitlíki hevur eina ørgrynnu av møguleikum við sær, sum kunnu geva sítt íkast til økisliga menning.

____

 

[1] NORA hevur til endamáls at draga ung við inn í allar okkara verkætlanir.  Harafturat fer NORA at seta egið ungdómsvirksemi í verk. NORA stuðlar, at netverk verða bygd millum ung í NORA-økjum við t.d. at geva møguleika fyri at taka lut í ymiskum ungdómsverkætlanum, -tiltøkum og -verkætlanum, sum kunnu vera við at skapa viðkomandi netverk. Endamálið er, at 1) knýta verandi staðbundnar verkætlanir og netverk saman við luttøku frá øllum økjunum, 2) skapa eitt umhvørvi, har ung veru kunnu hava ávirkan á avgerðir, sum staðbundnir, økisligir og tjóðar myndugleikar taka, og 3) at eyðmerkja ungdómsfelagsskapir og -netvek í økjunum.

[2] Endamálið við NAUST er at dýpa norðurlendsku samstarvsskránna fyri økismenning og ráðlegging, ið skal vera vitanargrundarlag fyri víðari menning í økinum, sum fevnir um Føroyar, Grønland, Ísland og Strandarnoreg. uddybe det nordiske samarbejdsprogram for regional udvikling og planlægning, og er kundskabsgrundlag for videre udvikling i regionen, som dækker Færøerne, Grønland, Island og Kyst-Norge. Strategien tager udgangspunkt i FNs bæredygtighedsmål og skal vise retning og være vejledende for det nordatlantiske samarbejde.