Verkætlanarstuðul

Oyðubløð

Umsóknarblaðið er tann týdningarmesti møguleikin at seta orð á endamálið við verkætlanini, hvørji úrslit kunnu væntast o.s.fr. Skjalið skal kunna lesast sum ein óheft lýsing av innihaldinum og boðskapinum í verkætlanini.

De minimis

Tað norðurlendska fæ, sum peningurin hjá norðuratlantssamstarvinum (NORA) er partur av, skal fylgja ES-reglum um statsstuðul. Felagsskapir undir Norðurlendska ráðharraráðnum fingu í 2019 nýggjar leiðreglur, og tað er teimum, NORA fylgir.

Játtanin, sum stendur tykkum í boði, er latin soleiðis, at hon heldur ES-reglurnar um De Minimis Aid. Stuðulin frá NORA kemur frá teimum fimm norðurlendsku stjórnunum, og ein norðurlendskur virkandi hevur loyvi at fáa 200.000 EVR frá hvørjum norðurlandi í trý fíggjarár. Tað merkir, at eitt norðurlendskt virki kann fáa 1.000.000 EV tilsamans í eitt tríára skeið.

Kravið um De minimis stýring er IKKI galdandi fyri felagar úr Føroyum og Grønlandi. Tað vil siga, at tað er bara galdandi fyri norskar og íslendskar felagar. Orsøkin er, at Noreg og Ísland eru partar av EØS og sostatt hava góðtikið ES-reglur á hesum øki.  Ein møgulig játtan frá NORA til norskar og íslendskar felagar skal sostatt síggjast sum De Minimis stuðul og skal sostatt roknast upp í heildarupphæddina upp til 1.000.000 ev.

Felagar úr Noregi og Íslandi, sum fáa stuðul frá NORA, skula boða frá, um tey hava fingið almennan stuðul úr Norðurlondum ella frá NORA tey seinastu trý fíggjarárini, við at fylla út og skriva undir eina váttan um, hvønn almennan stuðul tey hava fingið. Tað er ábyrgdin hjá tí, sum hevur fyrisitingarliga ábyrgd, t.e. felagsskapur verkætlanarleiðarans, at síggja til, at allir norskir og íslendskir felagar hava boðað frá røttum upphæddum og sostatt ikki fáa meira enn ta loyvdu De Minimis upphæddina. Hóast felagi við fyrisitingarligari ábyrgd er úr Føroyum ella Íslandi, er tað kortini hansara/hennara ábyrgd at síggja til, at norskir og íslendskir felagar halda síni De Minimis krøv.