Verkætlanarstuðul

Vit hava fingið noktandi svar

Noktandi svar

Verkætlanarumsóknir, ið verða sendar NORA, verða viðgjørdar eftir teimum leiðreglum, ið eru galdandi fyri verkætlanarstuðul. Tað merkir í stuttum, at umsøkjarin skal lúka tey krøv, ið snúgva seg um upplýsingar, skjalprógv og annað, umframt tey stevnumið, ið verða lýst í verkætlanarskránni.

Nevndin í NORA viðger verkætlanarumsóknirnar formliga. Tí er tað nevndin, ið ger av, um verkætlanarstuðul verður latin ella ikki. Nevndin kann í serligum førum seta sum treyt, at umsóknin verður góðkend, um t.d. at fleiri verkætlanarfelagar skulu vera við. Avgerðin er grundað á plenumviðgerð av hvørjari einstakari verkætlanarumsókn, og avgerðin síðan verður tikin í semju.

Tá ið nevndin gevur einari umsókn noktandi svar, er tað ein meting, ið øll nevndin ger av verkætlanini í sambandi við t.d.:

  • týdning av raðfestingunum hjá NORA
  • møguleika fyri góðum úrsliti
  • eldri ella líknandi verkætlanir
  • samanseting av felagum
  • ógjørlig fíggjarætlan

Harumframt kann ein verkætlan eiga góðar dygdir, men at hon so í sambandi við aðrar núverandi verkætlanir stendur veikari, eftir at ein heildarmeting er gjørd. Í tílíkum førum verða slíkar verkætlanir raðfestar, tí teir verða mettar at standa sterkari.

Nevndin orðar eina grundgeving fyri at geva umsøkjaranum noktandi svar.

Fyrisitingarlig noktan

Tá ið ein umsókn ikki lýkur grundleggjandi krøv ella galdandi reglur, verður umsóknin burturvíst fyrisitingarliga. Hetta kann t.d. vera, tí tað ikki eru felagar úr minst tveimum av NORA-londunum í verkætlanini, ella tí at verkætlanin heilt dettur burturímillum raðfestingarnar hjá NORA.

Tá ið avgreiðslustovan vísir einari umsókn frá sær fyrisitingarliga, kann nevndin ikki viðgera umsóknina.

Hvat hendir, eftir at noktandi svar er givið

Av tí at avgerðin hjá nevndini er endalig, er umráðandi hjá umsøkjaranum at meta um, hvussu nú skal farast fram í sambandi við noktandi svar. Ein møguleiki kann vera, at verkætlanin verður framd uttan stuðul frá NORA. Ein annar møguleiki er, at umsøkjarin kann, t.d. við íblástri frá grundgevingini, fáa verkætlanina grannskoðaða við tí endamáli at søkja aftur til næstu umsóknarfreist. Høvuðsavgreiðslustovan hjá NORA ella ein av økisparta avgreiðslustovunum í Grønlandi, Íslandi ella Noreg kann eisini veita hjálp og vegleiðing.