Verkætlanarstuðul

Stuðul til miðling og menning av verkætlanum

Umframt tey bæði vanligu umsóknarumførini geva viðtøkurnar hjá NORA ein annan møguleika til at fáa stuðul. Hetta er tann sokallaða formansjáttanin. Í viðtøkunum stendur soljóðandi: ”Nevndin kann lata høvuðsskrivstovuni avgerðarmyndugleika, sum í samráð við nevndarformannin kann játta upphæddir upp til 60.000 d.kr. fyri hvørja verkætlan, tó í mesta lagi 240.000 d.kr. um árið. Nevndin fær fráboðan í hvørjum einstøkum føri”.

Tað eru í høvuðsheitum tvey sløg av verkætlan, sum kunna fáa stuðul við hesi skipan. Annað slagið eru verkætlanir, sum hava sum endamál at byggja netverk og samstarvsfelagar í sambandi við eina møguliga NORA-umsókn við tí endamáli at leggja støði undir samstarvið.

Ein annar møguleiki er verkætlan av slíkum slag, at hon fær ikki bíðað eftir svari í tí regluliga umsóknarumfarinum. Tað kann t.d. vera vegna veður, at veðurviðurskiftini fara væntandi at leingja sera nógv um verkætlanina, ella vegna lívfrøðilig viðurskifti t.d. í sambandi við sáing og skurð o.t., har ein noyðist at bíða eitt heilt ár, um bíðað verður eftir næsta regluliga umsóknarumfari.

Hitt slagið av verkætlan, sum kann søkja um formansjáttan, eru verkætlanir, sum hava fingið stuðul frá NORA, og sum eru lidnar ella næstan lidnar. Hesar verkætlanir kunnu søkja um stuðul til at miðla úrslitini. Tað kann t.d. vera filmsframleiðsla, luttøka og framløga á ráðstevnum, grein í vísindaligum tíðarriti (t.d. stuðul til at leggja fram í OpenAccess) ella onnur viðkomandi miðling. Tá ið søkt verður um stuðul til miðling, skal umsøkjarin greiða frá virkseminum, sum stuðul verður søktur til, fíggjartørvinum, og hvør ítøkilig NORA-verkætlan skal miðlast, og hvørji ítøkilig úrslit/royndir eru, sum skulu miðlast.

Um ein vil søkja um stuðul við formansjáttan, skal umsøkjarin seta seg í samband við høvuðsskrivstovuna til at fáa fatur á umsóknarblaði.

Eingin umsóknarfreist er til hetta slagið av verkætlan. NORA miðar eftir, at umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at umsóknin er móttikin.